Gev mær títt álit í morgin!

Nú fólkatingsvalið verður hildið í Føroyum longu í morgin, so fari eg at heita á tykkum um at stuðla mær og Framsókn so dyggiliga við tykkara atkvøðum.

 

Politiski veruleikin í Føroyum krevur, at fólkatingssessirnir verða røktir í eini felags arbeiðsgongd, sum fremur sjálvbjargni Føroya í øllum lutum. Framsókn er tað besta boðið upp á at føra realpolitikk í samstarvi við allar partar í ymsu málsøkjunum og at venda gongdini til at virka fyri ítøkiligari framgongd fram ímóti einum sjálvstøðugum Føroyum.

 

Eg bjóði meg fram at virka við fullum huga í einum av føroysku fólkatingssessunum við mínum royndum og tínum áliti!

 

Hanna Jensen, á lista F

 

– set kross tín har!