Brennistøðin:
Nú hastar at dagføra Brennistøðina á Hjalla. Hon var eitt satt nýbrot, tá ið hon kom, men nú má hon fáast at hóska til nútímans krøv. Vit vita til dømis, at rusk eisini er eitt tilfeingi. Tí skulu vit gera nógv meiri burturúr at skilja ruskið og at endurnýta í nógv størri mun. Vit eru farin frá, at tað skal vera frívilligt – tað má gerast til eina kommunla skipan.
Skiljistøðir skulu setast upp ymsa staðni í kommununi, so lættari verður at sleppa av við glas, jarn og annað tilfar, ið kann endurnýtast.
Nógv av tilfarinum, sum fer burtur, kundi onkur annar saktans fingið gleði av. Men endurnýtslan er bara opin tveir dagar um vikuna. Tað er ov lítið. Ofta eru fólk farin niðan við góðum tilfari til endurnýtslubingjuna, men tey hava so tveitt alt burtur, tí bingjan var stongd. Tað eigur at skipast betur.
Eisini annað tilfar – so sum viður og byggitilfar – eigur at verða endurnýtt. Hugsa vit um tilfeingið og grønu leiðina, er tað hol í høvdið, at gott byggitilfar verður brent, meðan vit samstundis innflyta nýtt byggitilfar. Ein endurnýtslubingja til við, plátur og annað byggitilfar hevði komið væl við. Og tað hevði ikki ávirkað vinnuna munandi, tí tað kortini eru so mikið smáar nøgdir.
Ferðsla og bussleið:
Skipanin við bussunum skal halda fram. Nógv brúka bussarnar dagliga, og vit skulu fáa enn fleiri at brúka teir, tí tað minkar um bilferðsluna í býnum. Vit skulu hyggja neyvt at bussleiðini, um hon er nøktandi og um møguligar broytingar kundu fingið fleiri at tikið bussin.
Eitt stórt parkerningspláss eigur at gerast í útjaðaranum av Havnini, har bilar skulu kunnu standa í átta tímar. Ein bussleið skal so koyra pendul inn í býin. Hetta hevði minkað munandi um ferðsluna í Havn. Tað eru alt ov nógvir bilar inni í Havnini, tað er trupult at fáa ferðsluna at glíða, at finna parkeringspláss og bilroykurin er køvandi.
Summastaðni er ikki nóg trygt hjá teimum, sum ganga og súkkla. Vit skulu tí allatíðina arbeiða við tryggleika, og gongubreytir skulu gerast, har tað manglar. Ongastaðni, har ferðaslan er nógv, skulu fólk ganga út á vegnum.
Tí í Tórshavnar kommunu skulu vit øll trívast – eisini komandi ættarlið
Vinarliga Elin Heðinsdóttir Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin