Handað krøv fyri banka- og tryggingarfólk

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn.

Á fundinum handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet, sum umboða ávikavist arbeiðsgevaran og starvsfólkini í Føroya Banka, Trygd og Skyn, hvørjum øðrum krøv, sum verða viðgjørd í komandi samráðingum. Eftir ætlan verður fyrsti samráðingarfundur 12. mars.

Verandi sáttmáli gongur út 1. mai 2025, og seinast vórðu partarnir samdir um eina lønarhækkan upp á 3,80% fyrsta árið og 4,04% næsta árið. Harumframt vórðu aðrar broytingar og tillagingar gjørdar í sáttmálanum.