Tíðindaskriv:
Varalimur er Olaf á Stongunum. Fundurin staðfesti nevndina og mælti til, at Eyðun Mørkøre verður valdur sum umboð í landsnevndina vegna Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag.
Sjálvstýri er dagført! Eftir drúgt og miðvíst arbeiði er nú komið á mál við at stovna Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag.
Nevndin skipaði seg soleiðis: Jóhan Marni Stenberg, formaður, Randi Meitil, næstforkvinna, og Eyðun Mørkøre, skrivari.
Landsnevndin metir hetta vera eitt týdningarmikið stig á leiðini til at endurreisa Sjálvstýri og fáa umboðan aftur á Føroya Løgting.
Arbeitt verður nú við at stovna feløg í Norðurstreymi, Vágum og á Sandi.
Vegna Sjálvstýrisflokkin
Sámal Petur í Grund, floksformaður
Andrias Jacobsen, landsnevndarformaður
Rúna Sivertsen, skrivari
Snæbjørn Bærendsen, nevndarlimur
Lasse Klein, kassameistari