Hagstovan hjá ES, Eurostat, er komin til ta niðurstøðu, at vøksturin í fjórða ársfjórðingi var 0,0 prosent.
Sostatt hava evropisku búskapirnir ikki flutt seg um seinastu tríggjar mánaðirnar, og í øllum 2024 vuksu teir bert við 0,7 prosentum.
Sambært búskaparfrøðingi í Dansk Industri Allan Sørensen er tað í høvuðsheitum Týskland, sum heldur aftur og dregur onnur lond niður.
Týskarar høvdu ein negativan vøkstur uppá 0,2 prosent í fjør.
Hinvegin er framgongd í Spania, har bruttotjóðarúrtøkan vaks við 3,5 prosentum, eins og Portugal, Írland og Litava eisini havt fínan vøkstur.
/Ritzau/