Liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, Sävehof spældi í kvøld fyrsta kappingardystin í bestu svensku hondbóltsdeildini í 2025.
Mótstøðuliðið á útivølli í kvøld var Önnered.
Í steðginum stóð illa til hjá Sävehof, ið var aftanfyri 12-19 í steðginum.
Tað gekk munandi betri í seinna hálvleiki. Við støðuna 29-28 til Önnered átti Sävehof seinasta álopið í dystinum, men tað eydnaðist ikki at javna til 29-29.
Óli skoraði seks mál og legði upp til tvey mál.
Sävehof er triðfremst í deildini við 22 stigum. Ystad er fremst í deildini við 31 stigum.
Komandi mikukvøld klokkan 18 taka Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby á heimavølli í Jönköping móti Hammarby.