Løgmaður góðtekur framferðina hjá Jenisi

Jenis kann ikki stuðla Søren Pape, tí at hann er samkyndur. Soleiðis sigur Jenis av Rana í Andglettinum í dag.

 

Jenis av Rana er ikki bara formaður í Miðflokkinum, hann er eisini uttanríkisráðharri fyri Føroyar. Hann umboðar Føroyar úti í heimi. Eg haldi ikki, at Føroyar skulu umboðast av einum homofobi!

 

Eg taki fullkomiliga frástøðu frá Jenisi av Rana.

 

Jenis av Rana forðar í løtuni børnum hjá sammøðrum at fáa eftirnavnið hjá sammóður síni, hóast løgtingið hevur samtykt at javnseta sammøður við pápar. Hann ger tí beint ímóti vilja løgtingsins.

 

Men vit skulu heldur ikki gloyma, at løgmaður letur hetta um seg ganga. Tað hevur hann gjørt í 3 ár, og tað sær ikki út til at hann ætlar at traðka í karakter. Tað er pínligt! Løgmaður átti langt síðani at havt koyrt Jenis av Rana frá sum landsstýrismann.