Lógir skulu passa til føroysk viðurskifti

Fólkaflokkurin bjóðar seg fram til hetta fólkatingsvalið og hevur eina umfatandi valskrá.

 

Eitt av punktunum er:

 

Vit vilja tryggja, at donsk lóggáva, sum skal galda í Føroyum, eisini hóskar til føroysk viðurskifti.

 

Hetta krevur at okkara umboð á Fólkatingi hevur eitt vakið eyga við allari lóggávu og øllum

fólkatingsmálum, sum kunnu ávirka Føroyar.

 

Eg bjóði meg fram á fólktingsvalinum, og eg bjóði meg fram til at verja føroysk áhugamál á fólkatingi.

 

Takk fyri tín stuðul til fólkatingsvalið 31. oktober 2022.