Mótmæla framvegis nýggju kirkjuni á Argjum

Í dag og í gjár hava fólk úr bólkinum »Varðveiti fríðøkið við Sandá« savnað undirskriftir at mótmæla kirkjubyggingini

Tað gjørdu tey í Støðlagøtu beint yvir av økinum, har kirkjan skal byggjast.

 

Alt er annars leyst og liðugt viðvíkjandi byggiloyvinum. Øll loyvir eru upp á pláss, og spakin verður settur í 5. mars.

 

Tey sum mótmæla siga, at stór mótstøða hevur verið ímóti at byggja á fríøkinum síðani ætlanin varð almenn.

 

– Hetta hava bæði mótmælisskriv, undirskriftsinnsavningar og spurnarkanningar staðfest. Enn hava myndugleikar ikki lurtað eftir meirilutanum, ei heldur virt fólkaræðið!

 

– Tað tykist kanska meiningsleyst at gera nakað meira, nú málið er komið so langt. Tó halda vit, sum hava stríðst fyri fríøkinum í fleiri ár, at tað er enn meira meinginsleyst, um vit ikki gera alt tað, vit eru ment, fyri at fora fyri at økið verður lagt undir betong og asfalt í allar ævir, skriva tey í bólkinum á Facebook.

 

##med2##

 

Og tí er tað, at tey um vikuskiftið hava savnað undirskriftir – í gjár og í dag millum klokkan 12 og 14, og sambært fyrireikarunum , sum eisini bjóðaðu kaffi, stóðu fólk í dag í kø fyri at skriva undir mótmælið.

 

Tað hevði verið nógv kjak um staðsetingina av nýggjari kirkju á Argjum, sum skal byggjast á økinum millum Sandá og Støðlagøtu. Málið er gamalt, tað byrjaði í 2006 og hevur verið fyri á 55 ymsum fundum í býráðnum hesi árini.

 

##med3##

 

##med4##

 

Men tann 29. februar í fjør samtykti Tórshavnar býráð endaliga byggiloyvi til kirkjuna á Argjum. Uppskotið varð samtykt við 8 atkvøðum fyri og 5 ímóti

 

Fyri byggilloyvi atkøvddu:

 

Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum 

 

Heðin Mortensen úr Janaðarflokkinum

 

Tróndur Sigurðsson úr Janaðarflokkinum

 

Kári Johansen úr Janaðarflokkinum

 

Bjørg Dam úr Janaðarflokkinum

 

Birita Baldvinsdóttir úr Janaðarflokkinum

 

Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum

 

Jákup Dam úr Tjóðveldi

 

Myndir: Byggiloyvi til nýggja kirkju á Argjum

 

Ímóti artkøvddu:

 

Turið Horn úr Tjóðveldi

 

Annika Olsen úr Tjóðveldi

 

Jón Kragesteen úr Tjóðveldi

 

Súsanna Olsen úr Framsókn

 

Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum