Myndir: Bókaframløga hjá Óla Jacobsen

Síggj myndirnar Tróndur Jacobsen tók í samband við bókaframløguna hjá Óla Jacobsen í Miðlahúsinum í dag

Óli Jacobsen, søgufróður høvundur hevur givið út aðru bók sína um Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmann, landsstýrismann og løgtingsmann. Umframt at fortelja politiskar søgur, lýsir Kristian eisini mong viðurskifti í samfelagnum. Tískil kann sigast, at hesar báðar bøkurnar eisini eru eitt munandi ískoyti til Føroya søgu.

 

Seint seinnapartin var bókaframløga í Miðlahúsinum, har Óli sjálvur, sonurin Óli Jákup og abbasonur Kristian Djurhuus, Høgni Djurhuus søgdu nøkur orð. Tónlistarmaðurin, Dánjal á Neystabø framførdi. 

 

Aftaná var drekkamuður og Óli signeraði bøkur. Fyrra bókin um Kristian Djurhuus fekst eisini til keyps. 

 

Her ber til at síggja myndirnar Tróndur Jacobsen tók undir bókaframløguni:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##