Nýggjur maður er á HB liðnum

Fleiri broytingar eru á liðnum hjá B36

Nú klokkan 17 bresta HB og B36 saman í ársins fyrstu grannauppgerð í Gundadali. HB hevur við sigri møguleika at vinna seg upp á 21 stig og harvið at vinna næstfremsta plássið og at vera trý stig aftanfyri toppliðið Víking.

 

Tað er stórt trýst á B36, sum er á fimta plássi við 11 stigum, og sum tað seinastu ferðirnar hevur hilnast illa hjá.

 

Ein nýggjur maður er millum teir fyrstu ellivu hjá HB. Tað er Emmanuel Duah. Nú eru loyvini hjá honum komin upp á pláss. Tá ið HB fyrr í ár skrivaði undir sáttmála við Emmanuel Duah varð sagt, at hetta fór at vera avloysarin hjá Adriani Justinussen.

 

HB liðið er mannað soleiðis í dag: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Heðin Hansen – Emmanuel Duah, Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Áki D. Samuelsen – Jacob Johansson

 

Á B36 liðnum eru Rani Berg í Soylu og Gutti Dahl-Olsen í dag millum teir fyrstu ellivu. Teir hava annars verið skiftisspælarar. Álopsspælarin Zean Peetz Dalügge er í dag á beinkinum, meðan miðverjin Andrias H. Eriksen ikki er á listanum. Hannes Agnarsson og Michal Przybylski, sum hava verið skaðadarvaðir, eru í dag á beinkinum saman við eitt nú Mattias Hellisdal.

 

B36 liðið er soleiðis mannað í dag:

 

Bjarti Vitalis Mørk – Símun Sólheim, Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson – Jann J. Benjaminsen, Jelle van der Heyden, Rani Berg í Soylu, Anton Søjberg Horup, Bjarki C. Nielsen – Marius Kryger Lindh, Gutti Dahl-Olsen.

 

HB – B36: Dagfinn Forná kl. 17.00