Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogteknikarar

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. oktober 2024 á 4,32% og tann 1. oktober 2025 á 3,87%. Karmurin á 8,19% er sostatt á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.