Orkuskiftið hevur stóran týdning fyri vøksturin

Løgmaður tosaði um grøna orku, sum fortreyt fyri vøkstri í samfelagnum

-Tá ið vit tosa um vøkstur, er neyvan nakað, sum hevur størri týdning, enn at økja grønu orkuna. Vit hava orðað uppskot til nýggjan orku- og veðurlagspolitikk, sum við 25 ítøkiligum átøkum skal tálma oljunýtsluni.

 

-Tað skulu stór tøk takast í orkuframleiðsluni, og her skulu fleiri til at bera byrðarnar. Tað krevst tó fult gjøgnumskygni, skulu vit tryggja neyðugu kappingina og menningina á orkuøkinum. Í løtuni arbeiða vit saman við SEV um at finna bestu loysnina. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og vit leggja nýggja lóg fyri tingið í heyst, segði Bárður á Steig Nieelsen, løgmaður í ólavsøkurøðu síni.

 

Nýggjastu tølini vísa, at vit eru komin stutt á leið við orkuskiftinum og at útlátið av CO2 framvegis veksur.

 

Torført tykist eisini at fáa nóg mikið av varandi orku, tí nógvar forðingar eru á vegnum. Til dømis tekur tað munandi longri tíð enn ætlað, at fáa vindmyllur settar upp.

 

Men sum  løgmaður sigur, arbeitt verður saman við SEV at finna  bestu loysnina.