Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2019 var 303,4 milliónir krónur samanborið við 168,3 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2018. Úrslitið eftir skatt gjørdist 180,9 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2019.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Hóast prísirnir á laksi vóru 10% lægri í triðja ársfjórðingi í ár í mun til sama ársfjórðing í fjør, vóru rakstrarúrslitini hjá Bakkafrost góð fyri ársfjórðingin. Miðalstøddin á tikna laksinum hevur verið met stór, og hetta hevur gjørt, at vit hava staðið okkum sera væl í einari truplari marknaðarstøðu. Lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð við góðum vøkstri. Talið av laksalús og fellið hevur verið av tí lægsta í mong ár. Hetta kemst av dugnaligum og heilhugaðum starvsfólkum og áhaldandi ágrýtni at betra um lívfrøðina og trivnaðin hjá laksinum.“
Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 231,5 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2019 samanborið við 139,6 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør. Alideildin tók 12.938 tons av laksi í kruvdari vekt í triðja ársfjórðingi 2019 í mun til 7.217 tons triðja ársfjórðing í fjør. Tøkumetingin fyri 2019 er óbroytt og er 54.500 tons í kruvdari vekt.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 25,9 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2019 í mun til 2,8 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi 2019 var 94,5 milliónir krónur samanborið við 41,4 milliónir krónur triðja ársfjórðing í fjør.
25. september 2019 gjørdi Bakkafrost eina bindandi avtalu um at keypa 68,6% av partabrøvunum í The Scottish Salmon Company (SSC). Avtalan varð endað 8. oktober 2019. Eftir at keypssáttmálin varð undirskrivaður hevur Bakkafrost keypt 9,2% afturat av partabrøvunum í SSC í triðja ársfjórðingi 2019.
SSC er næststørsta alifyritøkan í Skotlandi og hevur 60 aliøkir á vestursíðuni av Skotlandi og Hebridunum. SSC er ført fyri at ala 50.000 tons av laksi árliga og tók 29.913 tons av laksi í 2018. SSC seldi laks til 26 lond og hevur ment fleiri leiðandi vørumerki so sum Native Hebridean Salmon, Tartan Salmon Label Rouge og Lochlander Salmon. Meira enn 600 fólk starvast hjá SSC.
Bakkafrost valdi at hækka partapeningin í sambandi við keypið av SSC, og tí varð ikki neyðugt at økja munandi um lánsbyrðuna hjá Bakkafrost.
Bakkafrost hevði netto kontanta áogn á 1.272 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2019 í mun til nettoskuld á 496 milliónir krónur við ársenda 2018. Bakkafrost hevði 1.481 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á triðja ársfjórðingi 2019, og solvensurin var 68%.