Sambandsflokkurin fellir neyvan Jenis

Eitt misálit á Jenis av Rana merkir nýval. Hóast Sambandsflokkurin ikki stendur saman, so verður landsstýrismaðurin eftir øllum at døma bjargaður, um misálitisuppskot verður lagt fyri tingið í dag.

 

Tá løgmaður velur at geva Akseli V. Johannesen eitt heldur hvassorðað svar upp á grein 52 fyrispurning viðvíkjandi útsøgnini hjá Jenis av Rana um samkynda formannin í danska Konservativa flokkinum, so bendir tað á, at Sambandsflokkurin ikki fer at fella Jenis av Rana, um eitt misálitisuppskot verður lagt fyri tingið í dag.

Sambandsflokkurin hevur sitið á fundi í gjárkvøldið og viðgjørt málið. At løgmaður eisini velur at leka svarið til Aksel V. Johannesen til ávísar fjølmiðlar í gjárkvøldið, áðrenn hvørki Løgtingið ella spyrjarin hava fingið svarið, so bendir tað á, at Sambandsflokkurin ikki fer at fella landsstýrismannin.

Um so var, at onnur tingfólk Sambandsfloksins enn Johan Dahl ætlaðu sær at atkøvða fyri, so áttu tey sjálvandi at sagt løgmanni tað. Tí er hugsandi, at løgmaður veit, at meiriluti verður ikki fyri misálitisuppskotinum. Og um so var, hevði tað verið løgið av løgmanni at komið við slíkum svari til Aksel V. Johannesen. Tá hevði løgmaður heldur koyrt landsstýrismannin frá, enn at lata síni egnu tingfólk felt hann.

Sum skilst stendur andstøðan saman um misálitið. Tað vil siga Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn. Hóast Sjálvstýri er andstøðuflokkur, so heldur hann seg ofta til samgonguna. Og hugsandi er ikki, at Kristin Michelsen fer at atkvøða fyri einum misáliti, tí hann hevur lovað at gera alt fyri, at Aksel V. Johannesen ikki nærkast Tinganesi aftur.

Johan Dahl hevur boðað frá, at hann tekur undir við einum misáliti, og hann hevur fleiri ferðir áður víst sína misnøgd við Jenis av Rana sum landsstýrismann.

Tí er hugsandi, at um Løgtingið fer at atkvøða um misálit á Jenis av Rana, so annaðhvørt fellir tað við 17 atkvøðum ímóti og 16 atkvøðum fyri – ella um Kristin Michelsen ikki møtir á fundi – við 16-16. Tað skulu vera 17 atkvøður fyri einum misáliti.

Um misálitið hevði verið samtykt, so merkti tað allarhelst, at nýval varð skrivað út. Sambandsflokkurin hevur júst havt eitt gott fólkatingsval, meðan Fólkaflokkurin hevur havt eitt katastrofuval – tað ringasta valið hjá Fólkaflokkinum í søgu floksins. So hugsandi er ikki, at Fólkaflokkur leggur nakra atkvøðu til eitt misálitisuppskot ímóti Jenis av Rana.