Sambandsflokkurin og Vinstri
Sambandsflokkurin er ein sjálvstøðugur flokkur í Fólkatinginum, men Vinstriflokkurin og Sambandsflokkurin hava eina sínamillum samstarvsavtalu. Hon ásetur m.a., at fólkatingslimur Sambandsfloksins hevur limaskap í tingbólkinum hjá Vinstra við teim rættindum, fyrimunum og skyldum, sum fylgja við.
Eftir avtalu við Vinstra, so hevur Sambandsflokkurin á Christiansborg eisini atgongd til allar nevndir, sum áhugi er fyri at møta í, og hetta er ein stak góða avtala at hava. Jú, samstarvið við Vinstra hevur roynst væl upp gjøgnum tíðirnar.
Fólkatingsnevndir
Eins og á Løgtingi, so er nevndararbeiðið á Fólkatingi av sera stórum týdningi, og tað er í nevndunum, at nógv av politiska arbeiðinum verður gjørt.
Í Fólkatinginum eru nógvar nevndir, men tað eru tvær fólkatingsnevndir, sum eg serliga síggi sum týdningarmiklar og áhugaverdar at blíva partur av hjá einum føroyskum fólkatingslimi. Tær eru Føroyanevndin og Uttanríkispolitiska Nevndin.
Føroyanevndin
Hendan nevndin er ein av føstu tingnevndunum í Fólkatinginum. Føroyanevndin viðger allar yvirskipaðar spurningar og mál, sum viðvíkja Føroyum og sum koma í Fólkatingið.
Tí er tað heilt náttúrligt, at ein føroyskur fólkatingslimur fær limaskap í Føroyanevndini, og Sambandsflokkurin hevur gjøgnum tíðirnar havt sæti í hesi nevnd og fer framhaldandi at raðfesta hesa nevnd høgt.
Uttanríkispolitiska nevndin
Hendan nevndin fylgir við uttanríkis- og trygdarpolitikkinum í øllum ríkinum, og stjórnin ráðførir seg við hesa nevnd, áðrenn hon tekur týðandi avgerðir um uttanríkis- og trygdarpolitisk mál. Nevndarlimirnir fáa tí nógva vitan og gott innlit í alt hetta, sum hevur við uttanríkis- og trygdarpolitikk at gera í øllum ríkinum.
Nevndin samskiftir við forsætisráðharran, uttanríkirráðharran og aðrar viðkomandi ráðharrar og hevur møguleika at kalla teir á fundir og í samráð.
Hetta er tí ein sera viðkomandi og týdningarmikil nevnd, og tað er av stórum týdningi, at ein føroyskur fólkatingslimur fær innlit í alt tað, sum gongur fyri seg á hesum øki.
Sambandsflokkurin hevur í mong ár raðfest hesa nevnd høgt, og tað fara vit eisini at gera framyvir.
Jú, Sambandsflokkurin er við, har sum nakað hendir og ger sína ávirkan galdandi!
Um eg verði valdur 31. oktober, so taki eg sæti á Fólkatingi, beinanvegin!
Ein atkvøða til Sambandsflokkin - hon fer væl!
Magnus Rasmussen
valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið