Sjálvmál feldi AIK Stockholm - Enn er bronsan ikki tryggjað

AIK tapti, men hevur enn lagnuna í egnum hondum

Mikkjal K. Thomassen og hansara menn í AIK Stockholm kundu í kvøld tryggjað sær bronsuheiðursmerkini í bestu svensku fótbóltsdeildini, og harvið eitt pláss í Conference League undankappingini komandi summar.

 

AIK spældi í kvøld dyst á útivølli móti niðurflytingarhótta, IFK Norrköping. 

 

Tá 26 minuttir vóru leiktir av dystinum gjørdi Ioannis Pittas hjá AIK sjálvmál, og so var Norrköping á odda 1-0. Fleiri mál komu ikki í dystinum. Teir hjá heimaliðnum kundu fegnast um at hava bjargað plássinum í deildini, meðan AIK má vinna seinasta dystin á heimavølli komandi sunnudag klokkan 14.

 

AIK hevði bóltin 64 prosent av tíðini, og teir høvdu fleiri málmøguleikar enn heimaliðið, men tað gav tíverri ikki nakra úrtøku í kvøld. 

 

Vinnur AIK á Halmstad leygardagin vera teir triðfremst í deildini, og hava harvið tryggja sær bronsuna. Tapir ella spælir AIK javnt móti Halmstad enda teir á fjórða plássinum, um Djurgården vinnur á Norrköping á heimavølli í seinasta umfarinum. 

 

AIK hevur 51 stig á triðja plássinum. Djurgården hevur 50 stig. Malmö FF er fremst við 62 stigum og er staðfestur meistari. Hammarby er á øðrum plássinum við 54 stigum.