Skulu hava ein virknan uttanríkis- og trygdar politikk

Sambandsflokkurin gongur inn fyri, at Føroyar hava ein virknan uttanríkis- og trygdarpolitikk. Eitt umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi fer tí at virka fyri, at vit verða hoyrd í øllum málum, sum viðvíkja Føroyum og økinum rundanum okkum.

 

Í sambandi við økta virksemið við Arktis eru fleiri eygu vend ímóti Føroyum. Eisini stórveldini hava fingið vaksandi áhuga fyri okkara øki.

 

Eitt umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi fer tí at samstarva við eina komandi danska stjórn um uttanríkis- og trygdarpolitikkin, og fer áhaldandi at minna donsku politisku skipanina um tey føroysku áhugamálini.

 

Vit hava í farna valskeiði fingið eitt samstarvsráð millum landsstýrini í Føroyum og Grønlandi og donsku stjórnina, og okkara ynski er, at eisini uttanlandsnevndirnar í teimum trimum londunum skulu samstarva meira. Tað fara vit millum annað at virka fyri á Fólkatingi.

 

 

 

Helgi Abrahamsen

valevni fyri Sambandsflokkin