Tað má ikki henda!

Tá vit hava politiskt orðaskifti í sjónvarpinum ella útvarpinum, síggja vit ofta, at tíðin er knøpp og politikarnir skulu hugsa og svara skjótt. Ofta endar tað við, at svarað verður uppá týdningarmiklar spurningar, uttan at ein veruliga nær at hugsa um, hvat verður sagt.

 

Avleiðingin er, at vit loypa framav í orðum, men tá veruleikin so herjar á, halda vit aftur í gerningum.

 

Samstundis snakka vit um, at vinna álitið til veljaran aftur- tað er torført.

 

Tá man hoyrir tey somu “lyftini” ferð eftir ferð, uttan at síggja týðilig úrslit, gerst man troyttur- og man missir álitið!

 

Eg trúgvi, at hetta, fyri tað mesta, er ein blandingur av óumhugsaðum úttalilsum, og einari seinførdari skipan, har broytingar taka tíð!

 

Tá veljarin hevur staðið við einum trupulleika í fleiri ár; manglandi hjálp frá tí almenna, manglandi viðgerð o.s.fr., so kemur eitt tíðspunkt, har viðkomandi ikki orkar at rópa meira- har man gevur upp!  TAÐ MÁ IKKI HENDA!

 

Eg havi móttikið fleiri hjartanemandi boð teir seinastu dagarnar; frá menniskjum, sum ikki orka at berjast meira. Menniskju, sum bara innarliga hava brúk fyri, aftur at kenna eina vón!

 

Tað er okkara ábyrgd, at skapa hesa vón! At skapa eina skipan, har man fær hjálp og stuðul, tá man hevur brúk fyri tí; ikki tá tað er ov seint!

 

Ein hurð! Ja, vit hava hoyrt tað fyrr, men tað eigur, at bera til! Aftanfyri hurðina, skulu vit hava fleiri fakliga sterk ábyrgdarfólk, sosialráðgevarar, sum lurta, analysera tørvin hjá tí einstaka persóninum og síðani útvega ta hjálp, sum tørvur er á. Ein útgreining, ein ætlan, ein viðgerð og loypandi uppfylging! Alt samskipa á einum stað!

 

Ongin skal sleppast á fjall! Ongin skal kenna seg sum eina byrðu!

 

Vit mugu tora veruligar broytingar! Ikki smáar lappaloysnir, men veruligar betringar! Innan tað almenna má skipanin endurskoðast og endurnýggjast, tí sum er, riggar ikki nóg væl!

 

Slíkar broytingar taka tíð, og tíðina hava øll ikki. So meðan tað fer framm, mugu skjótar, haldgóðar loysnir útvegast til tey, sum standa og bíða! Kosta, hvat tað kosta vil! Útset íløgur, sum kunnu útsetast, tí menniskjan má raðfestast fyrst!

 

 

 

Herborg Torkilsdóttir, valevni hjá Javnaðarflokkinum