Suðuroyingar mugu hava politikkarar úr suðuroynni at arbeiða fyri seg á Tingi.
Ongin annar kann, sum suðuroyingurin sjálvur, seta seg inn í viðurskiftini her suðuri. Ogor liva ogra egna lív her suðuri, við ogra egnu mentan, ja, næstan eisini við ogra egna máli.
(Smádrongurin úr Leirvík hevði verið á barnamøti í Leirvík. Teddy hevði sagt teimum søgu. Komin heim segði hann mammuni, at hin myrki maðurin hevði fortalt søgu, uttan tolk, og eg skilti næstan alt).
Nakað soleiðis kennist tað, at vera við til valfundir, har valevni úr øllum landinum eru við. Fjarstøðan ogra millum er so long, at ogor kundu líka væl verið úr hvør sínum landi.
"Ogor eiga Smyrol”
Suðuroyingar vita, hvussu týdningarmikil farleiðin til Havnar er. Ei undur í, at ogor tvíhalda um, at ogor eiga Smyrol. Ella at Smyrol eigur ogon.
Hvør skal fara at tosa ogra søk um ferðasambandið av og í oynna, um ikki suðuroyingar sjálvir?
Veljarin
Veljarin má ikki gera ta dáragerð, at velja onnur enn suðuroyingar sum búgva í oynni, inn á Ting.
Ansið væl eftir, hvar atkvøðan fer.
Í komandi tingsetu skal avgerð takast um suðuroyartunnilin, nær og hvar hann skal byggjast. Tað krevur sín mann, ella kvinnu, at fara inn í tað stríðið.
Barnakonurnar í suðuroynni.
Hvør skilur tann trupulleikan? Bara suðuroyingar! Og hvør kann betra um tær umstøðurnar? Bara suðuroyingar!
Og hvør politakkari fer at gera nakað við tann trupulleikan? Bara je!
- tað kann je siga, tí ongin hevur gjørt nakað við hetta málið tey sjey árini trupulleikin hevur verið. Men hetta er mítt fremsta hjartamál í valstríðnum.
Vel mje 8. desembur. Um je so onki annað geri, so fari je at arbeiða hart fyri, at barnakonurnar úr suðuroynni skulu fáa nógv betri umstøður meðan tær eru í Havn og bíða eftir at fara at eiga.
Børn og ung við serligum tørvi.
Hvør skilur best, hvussu trupul gerandisdagurin hjá hesum familjunum er, betur enn suðuroyingurin sjálvur?
Tað ber ikki til, at hesar familjurnar skulu vera við sviði soð.
At tær skulu noyðast at senda síni børn heimanifrá, tí ongi tilboð eru í oynni. Ella at familjan skal flyta av oynni, fyri at fáa betri hjálp.
Í farnu tingsetu kom loksins eitt tilboð til ung við serligum tørvi, eitt skúlatilboð á miðnámsskúlanum í Hovi.
Mentamálaráðharrin ið tá sat, fekk hetta í lag.
Miðflokkurin megnaði tað. Hann fer eisini at virka fyri, at fleiri tiltøk verða sett í verk til hesar familjurnar.
Ongin skal noyðast av oynni, óansæð til hvat. Ogor skulu gera suðuroynna áhugaverda, skulu hava fólk at koma suður, heldur enn tað øvugta.
Fólk við seinheilaskaða.
Hvør kann betur arbeiða fyri einum heimi til hesi, enn ein suðuroyingur?
Suðuroyingar kenna hvønn annan, og tá ein verður raktur av sjúku ella vanlukku, so rakar tað ogon øll. Tí skulu ogor velja fólk inn á Ting, sum síggja og merkja hendan trupulleikan. Tey fara at loysa hann! Je vil gjarna sleppa at arbeiða fyri, at hetta álvarsama málið verður loyst nú.
Heilsuskúlin
Tað sigur seg sjálvt, at skal heilsuskúlin verjast og útbyggjast, so mugu politikkararnir úr suðuroynni vera á varðhaldi og stríðast fyri hesum.
Sjálvandi vilja restin av føroyingum, tey sum búgva norðanfyri Dímunarnar hava skúlan norðurum. Sjálvandi. Tað hevði verið so nógv lættari fyri tey.
Men skúlin er her suðuri, skúlin er góður, og tað er ikki fyrrenn næmingurin er komin suður at vera, at tey síggja, hvussu fantastisk tann tíðin á skúlanum er. Tað siga allir næmingar, sum hava verið á skúlanum. Tey siga eisini, at tað er ongin avbjóðing við bústøðum, barnaansing, skúla til børnini osfr., ti kommunurnar hava lagað seg til tørvin hjá heilsuskúlanum.
Avbjóðingin, tann stóra, er ferðasambandið.
Tað skal betrast og skúlin skal útbyggjast, m.a. við einum skúlaheimi, sum er á veg.
Bara politikkarar úr suðuroynni skilja og vita, hvussu týdningarmikið tað er, at arbeiða fyri heilsuskúlan.
Tí mugu suðuroyingar velja suðuroyingar!
Integratión
Í suðuroynni búgva nógvir útlendingar úr øllum heiminum. Flakavirkini eru í mestan mun mannaði av útlendingum.
Um hesi skulu trívast og kenna seg væl ímillum ogon, so mugu ogor vera góð við tey og taka tey til ogon. Tey skulu ikki koma til ogon, ogor skulu fara til tey. Ogor mugu læra teirra mentan, teirra mál, teirra hugsunarhátt, á sama máta, sum tey mugu læra ogra. Um ikki, so fáa ogor eitt paralell-samfelag í samfelagnum, og tað er ikki gott.
Suðuroyggin liggur so langt vekk frá restini av landinum, at ongin kemur at hjálpa ogon við hesi avbjoðingini. Tað skulu ogor sjálvi.
Bjørg av Rana, valevni hjá Miðflokkinum í suðuroynni.
Je havi stilla upp hesaferð, tí je brenni fyri hesum málunum, nevnd omanfyri. Je skal hava nógv fólk at trúgva uppá, at je kann gera ein mun, annars sleppi je ikki framat. Tí er hvør einasta stemma avgerandi fyri mín leiklut í hesum málunum.
Um tygor hava álit á mær, vísið tað so tórsdagin.
So skal je vísa, at je haldi orð.
Gott val