Undirsjóvarkaðalin C-Lion 1, sum gongur millum Helsingfors í Finnlandi og Rostok í Týsklandi, er slitin.
Finska ávísin, Yle, veit at siga, at slitið merkir, at alt telesamskifti um kaðalin er farið.
Tapio Frantti, sum er professari í nettrygd við universitetetið í Jyväskylä, sigur við Yle, at slitið helst stendst av einari tilætlaðari atgerð.
- Tá ein kaðal fer, verður spurningurin reistur, hví tað er hent, og hvør kann hava áhuga í, at kaðalin ikki riggar, sigur professarin.
Finska trygdartænastan, rópt Supo, heldur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um orsøkina til kaðalslitið.
Sambært Supo fara umleið 200 kaðlar hvørt ár, og ofta er talan um menniskjanslig mistøk.
Umrøddi kaðal úr Finnlandi til Týsklands er 1173 kilometrar langur.