Í løtuni arbeiðir løgreglan við tveimum herverksmálum í Havn, harav annað málið er herverkið á løgtingshúsini.
- Hitt málið snýr seg um, at ein pulvursløkkjari er tømdur inni í einum rúmi á einum skúla í Havn.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um eitt rúm, har ikki so nógv útgerð var inni, og tí var skaðin rættiliga avmarkaður.
Sambært løgregluni er málið um herverkið í skúlanum so gott sum uppklárað.
- Talan er helst um ung undir revsialdur, men hetta eru ikki børn, sum ganga á skúlanum, har herverkið varð framt, legði vaktleiðarin aftrat.