Vetrarferiuhugni fyri børnum á Sjósavninum

Í døgunum 12.-15. februar skipar Sjósavnið fyri einum stuttligum og læriríkum tiltakið ætlað børnum í aldrinum 6-12 ár (tó at onnur eisini kunnu luttaka).

Børnini verða tikin við á eina spennandi ferð og fara at hoyra um og síggja fiskar, skeljadjór og onnur smákykt, sum liva í havinum. Tey sleppa at síggja ymiskt í sjóneyku og uppi á lørifti og hoyra kavaran Boga Krossteig greiða frá spennandi rannsóknarferð niður á havsins botn. Tey fara at gera okkurt kreativt, lurta eftir søgu, syngja ein sang og Birgir Enni fer at borðreiða við barnavinarligum smárætti. Kanska okkurt spennandi yvirraskilsi eisini verður.

 

Tiltakið tekur áleið 2 tímar og pláss er fyri 30 børnum. Vaksin kunnu verða við um ynski ella tørvur er á tí, men kunnu eisini heinta børnini, tá ið ferðin er av.

 

Jólamerkjagrunnurin hevur stuðlað og gjørt at tiltakið kann gerast veruleiki.

 

##med2##

 

Kostnaður 100 kr (+10 kr í avgjaldi).

 

Atgongumerki eru til keyps her Vetrarferiuhugni á Sjósavninum

 

Stuttur filmur sæst her Vetrarferia á Sjósavninum

 

Tit eru vælkomin at ringja á 321020 og spyrja ella send okkum ein teldupost á sjosavn@sjosavn.fo