Víkingur og KÍ eru stórir favorittar hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystirnar EB/Streymur-Víkingur og KÍ-07 Vestur

Savnsmynd

Í kvøld vera tveir dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum.

 

Klokkan 18 tekur EB/Streymur móti Víkingi við Margáir í Streymnesi.

 

Víkingur er fremst við fullum stigatali, 21 stigum og EB/Streymur er nummar átta við fýra stigum.

 

Víkingur er sera stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið oddsini eisini vísa:

 

##med2##

 

Klokkan 18.30 tekur KÍ móti 07 Vestur á vøllinum við Djúpumýru.

 

KÍ er triðfremst við 15 stigum, og 07 Vestur er nummar seks við 11 stigum.

 

KÍ er eins og Víkingur greiður favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin:

 

##med3##

 

 

 

 

 

Savnsmynd