1.400 fáa hjálp til mat og klæði frá Reyða Krossi Føroya

Í MENNISKJUM GÓÐUR TOKKI: – Talið av føroyingum sum tørva hjálp til mat og klæði er støðugt vaksandi

Tað upplýsti Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, á tiltakinum »Í menniskjum góður tokki«, árliga jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata, sum var í Hoyvíkar kirkju í kvøld, sum eisini varð send í sjónvarpinum.

Jóannes Eidesgaard upplýsti, at Reyði Krossur hevur verið partur av tiltakinum síðani 2019, og at hvørja ferð Barnabati letur gávur, kemur Reyði Krossur við einum gávukorti upp á 1.000 krónur omaná.

Men hann vísti eisini á, at stóri prísvøksturin, sum hevur verið í samfelagnum, eisini hevur ávirkað tey, sum eru ringast fyri.

Hann greiddi frá, at Reyði Krossur hevur havt eina klædnaskipan í nøkur ár, har fólk í neyð hava kunna fingið ókeypis klæði. Hetta er seinni útbygt til eisini at vera ein mattænasta, har tey kunnu fáa døgurðamat frá Reyða Krossi.

 

Myndir: Jóla og stuðulskonsert

 

– Í 2021 vóru 400 brúkarar í hesi skipanini. Í 2022 vaks talið til 900 brúkarar, og í fjør vaks talið til slakar 1.400 brúkarar, segði Jóannes Eidesgaard á tiltakinum í Hoyvíkar kirkju í kvøld. Og hann helt fram:

– Eg vænti, at talið í ár verður enn hægri, segði hann og vísti á, at tveir triðingar av brúkararunum hava verið stakir uppihaldarar.

– Men nú vísir tað seg, at eisini vanligar familjur eru, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, eins og tað eisini eru pensjónistar, sum eru so illa fyri, at teir eisini søkja sær hjálp, segði Jóannes Eidesgaard.

Spurdur um tað eru somu fólk, sum ganga aftur, segði hann, at nøkur eru, sum ganga aftur. Man hann vísti á, at eingin gongur og skeltar við, at teimum treingja hjálp, og at tænastan er rættiliga diskret, og tí fær eingin at vita, hvør tað er, sum fær hjálpina, og øll starvsfólkini hjá Reyða Krossi hava tagnarskyldu, segði Jóannes Eidesgaard, sum eisini legði dent á, at hann er sannførdur um, at hjálpin kemur á eitt turt stað.

 

##med2##

 

##med3##