Ísland sum var í sama EM-undankappingarbólki sum føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur eisini skrivað EM-søgu í kvøld.
Í bólki F sum verður leiktur í Innsbrück í Eysturríki eydnaðist tað Íslandi at vinna 27-24 á Ukraina. Tað lá serliga væl fyri í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Ísland greitt á odda 16-9.
Perla Ruth Albertsdóttir var toppskjútti við seks málum. Elín Klara Þorkelsdóttir skoraði fimm mál, og Andrea Jacobsen sum er av føroyskari ætt skoraði fýra mál. Toppskjútti hjá Ukraina vóru Tamara Smbatian og Valeriia Nesterenko við sjey málum hvør.
Í sama bólki vunnu Niðurlond fyrr í dag 29-22 (15-14) á Týsklandi.
Niðurlond hava fýra stig. Ísland og Týskland hava tvey stig hvør, og Ukraina er aftast við ongum stigi.
Týsdagin klokkan 17 spæla Niðurlond og Ukraina, og sama kvøld klokkan 19.30 fara Ísland og Týskland at stríðast um at fylgja Niðurlondum til millumspælið.
HER ber til at síggja ein samandrátt hjá Eurohandball frá søguliga sigrinum hjá Íslandi:
##med2##