Sitandi samgonga í Tórshavnar býráð stóð ikki saman um fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri næsta ár. Tað sæst í gerðabókini hjá býráðnum fyri býráðsfundin, sum var í gjár.
Hóast kommunuval hevur verið, so taka nýggju kommunustýrini ikki við fyrr enn á nýggjárinum. Tí eru tað gomlu kommunustýrini, sum skulu samtykkja fíggjarætlanirnar fyri komandi ár.
Í sitandi býráð í Tórshavnar kommunu eru Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í meirilutanum. Javnaðarflokkurin hevur 6 býráðslimir, Sambandsflokkurin hevur 1.
Men tá atkvøðast skuldi um fíggjarætlanina fyri næsta ár á býráðsfundinum í gjár skrædnaði Javnaðarflokkurin. Tað vóru bara fýra úr Javnaðarflokkinum sum atkvøddu fyri:
Heðin Mortensen, Kristianna Winther Poulsen, Súna Mørk og Birita Baldvinsdóttir, sum møtti fyri Bjørg Dam.
Saman við teimum fýra úr Javnaðarflokkinum atkvøddu tey fýra úr Tjóðveldi fyri, Elsa Berg, Gunvør Balle, Jákup Dam og Annika Olsen, saman við Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum, Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum og Súsonnu Olsen úr Framsókn.
Hinir báðir, sum enn eru partur av Javnaðarflokkinum, men sum á nýggjárinum umboða Kommunulistan, Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen, atkvøddu ikki fyri. Tróndur Sigurðsson atkvøddi ímóti og Kári Johansen atkvøddi blankt.