Ávara um tilfar sum fýkur í vindinum

Løgreglan hevur fingið fráboðanir um tilfar, sum fýkur í vindinum í Sørvági og í Gøtu, har tað er nógvur vindur

Veðurstovan sigur um veðrið í dag, at tað er hvassur vindur til strúk í vindi av norði við vátaslettingi ella kavaælingi. Hitin verður millum 5 stig og frostmarkið.

 

Í nátt minkar hann vindin aftur.

 

Løgreglan veit eisini at siga, at ein bilførari varð tikin fyri at koyra bil ávirkaður í Suðuroy. Hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.