Bodø/Glimt endurvann norska meistaraheitið

Brann Bergen endaði á øðrum plássinum

Fyri fjórðu í fimm ár er Bodø/Glimt norskur meistari í fótbólti hjá monnum.

 

Bodø/Glimt hevði ein málsetning í dag á Aspmyra leikvøllinum í Bodø móti botnliðnum, Lillestrøm, og tað var at vinna dystin. So var meistaraheitið heima. 

 

Lillestrøm legði seg á odda 1-0 í 12. minutti, og Lillestrøm javnaði eisini til 2-2 tíðliga í seinna hálvleiki. Eftir tað fekk Bodø/Glimt tamarhald á støðuni, og tað endaði við einum 5-2 stórsigri til Bodø/Glimt.

 

Brann Bergen vinnur silvur og Viking Stavanger vinnur bronsu. Tey bæði liðini møttust á Brann leikvøllinum í Bergen. Tann dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Brann mátti vinna á Viking, og vóna Lillestrøm tók stig frá Bodø/Glimt, men soleiðis bleiv tað ikki.

 

Bodø/Glimt vann ikki fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins fyrrenn í 2020, og nú hava teir longu vunnið tað fýra ferðir.