Brátt loða ljós fyri J.S.Bach í Kirkjubø

Tað er mikukvøldið hin 4. desember klokkan 19, at hugnaliga og serstaka Bach-tiltakið verður í Kirkjubø og sum vant er alt tiltakið ókeypis

Tey eru mong, sum gleðast yvir árligu Bach-konsertina, sum í jólamánaðinum er í Ólavskirkjuni í Kirkjubø.

Á tiltakinum verða bara kertulós brúkt, og áhoyrararnir hugsavna seg um tónleik í heimsflokki hjá meistaranum, Johan Sebastian Bach.

 

Uttanfyri elligomlu og hugtakandi kirkjuna við sjóvarmálan hoyrist alduskvatl. Hetta er ein hugnalig løta við meditatión burtur úr jólaresinum.

 

Konsertin í Ólavskirkjuni varar í ein tíma, og eftir konsertina verður - sum vant - móttøka í Roykstovuni í Kirkjubø.

 

Tað er mikukvøldið hin 4. desember klokkan 19, at hugnaliga og serstaka Bach-tiltakið verður í Kirkjubø og sum vant er alt ókeypis.

 

##med2##

 

 

 

Mikukvøldið verður høvi at hugsavna seg um tónleik í heimsflokki hjá Johan Sebastian Bach