Fyrsta tilboðið til útbygging av kirkjugarðinum var á 10,3 milliónir, og næsta var á 7,2. Nú skal Articon útbyggja kirkjugarðin í Vestmanna, og tilboðið er á 5,9 milliónir krónur

Loysti seg at bíða við útbygging av kirkjugarðinum

Vestmanna kommuna hevur eftir øllum at døma spart 4,4 milliónir krónur við at bíða við útbyggingini av kirkjugarðinum

 

Fyrsta tilboðið til útbygging av kirkjugarðinum var á 10,3 milliónir, og næsta var á 7,2. Nú skal Articon útbyggja kirkjugarðin í Vestmanna, og tilboðið er á 5,9 milliónir krónur

- Útbyggingin av kirkjugarðinum á Knúgvum í Vestmanna hevur drigið út, tí eingin arbeiðstakari hevur verið til verkætlanina.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

Víst verður á, at í november 2023 fekk kommunan tilboð upp á víðkan av kirkjugarðinum áljóðandi 10,3 milliónir krónur, men kostnaðurin varð mettur at vera alt ov høgur.

 

- Tí valdi bygdarráðið ikki at taka av tilboðnum.

 

Í januar 2024 fekk kommunan eitt nýtt tilboð áljóðandi  7,2 milliónir krónur, men aftur hesaferð valdi bygdarráðið at bíða, tí eisini hesaferð varð prísurin mettur at verða í hægra lagi.

 

- Hetta vísti seg at verða ein røtt avgerð, tí í oktober 2024 eydnaðist umsíðir at fáa eitt tilboð frá Articon á  5,9 milliónir krónur, og bygdarráðið tók av.

 

Á fíggjarætlanini hjá Vestmanna kommunu fyri 2025 eru tríggjar milliónir krónur settar av, so víðkanin av kirkjugarðinum á Knúgvum kann setast í verk.

 

 

Fyrsta tilboðið til útbygging av kirkjugarðinum var á 10,3 milliónir, og næsta var á 7,2. Nú skal Articon útbyggja kirkjugarðin í Vestmanna, og tilboðið er á 5,9 milliónir krónur