Fara at broyta fíggjarætlanina í januar

Tá nýggja býráðið tekur við eftir 1. januar, fer meirilutin at viðgera allar kontoir, rakstur og íløgur og gera neyðugar broytingar, sum hava røtur í samgonguskjalinum, sum nevndu partar arbeiða við í løtuni

Tað skrivar komandi borgarstjórin í Havn, Elsa Berg, í eini viðmerking á Facebook í sambandi við, at fíggjarætlanin fyri næsta ár varð samtykt á býráðsfundi í Havn í gjár.

 

– Tað er sitandi býráð, sum hevur samtykt fíggjarætlan fyri 2025. Tá so nýggja býráðið tekur við eftir 1. januar, fer meirilutin við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Borgaralistanum at viðgera allar kontoir, rakstur og íløgur og gera neyðugar broytingar, sum hava røtur í samgonguskjalinum, sum nevndu partar arbeiða við í løtuni, skrivar Elsa Berg, og hon heldur fram:

 

»Tað samgonguskjalið tekur útgangsstøði í kjarnutænastunum í kommununi og raðfestir nær og hvørji átøk verða sett í verk í samstarvi við tey, sum hava tað dagliga innlitið og tí kenna neyðuga tørvin. Til dømis ynskja vit at seta fleiri átøk í verk innan dagstovnaøkið, men tað er týdningarmikið, at vit fara rætt til verka. 

 

Vit eiga at byrja við týdningarmestu átøkunum, og tey mugu taka støði í eftirmetingum, álitum og tilmælum, sum vit hava fingið gjøgnum ár og dag. Síðani eiga vit fyrst og fremst altíð at royna at finna fígging innan verandi rakstur. Tí tað snýr seg eisini um at hava ein skynsaman fíggjarpolitikk, soleiðis at vælferðarøkið er framtíðartryggjað.

 

Hóast tørvur er á tillagingum, so er fíggjarætlanin framvegis eitt stig rætta vegin.

 

Fyri fyrstu ferð fáa dagstovnarnir eina serskylda upphædd at dagføra inni- og útiøkini í barnagørðunum. Vit fara nú undir at byggja røktarheimið í Hoyvík, frítíðarskúlan í Kollafirði, og kommunalir bygningar og skúlar verða lagdir um til grøna orku. 

Býarsavnið fær til vega høli, Tórsbreyt fær ljós, og pengar eru settir av til eina umvælingarætlan fyri Hoyvíkar Skúla. 

 

Hetta eru nøkur av átøkunum, sum verða sett í verk. Eg gleði meg til gott samstarv við nýggja meirilutan næstu fýra árini.«