Umhugsar at lækka játtan til stovnar sum ikki bjóða út

Møguleiki er fyri, at Fíggjarmálaráðið í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina lækkar játtanina hjá stovnum, sum mett verður ikki eru nóg virknir á Keypsportalinum

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Bárði av Lakjuni úr Fólkaflokkinum. Hann spyr landsstýriskvinnuna, um stovnar landsins fara ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum.

Ítøkiliga setti løgtingsmaðurin landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum hesar spurningar:

1. Hvørjar eru royndirnar hjá landinum við at bjóða út alment?

2. Hví verða ásetingarnar um alment útboð ikki altíð hildnar?

3. Fær tað avleiðingar, um ein stovnur undir landinum ikki heldur ásetingarnar í rundskrivinum um alment útboð?

4. Er nøkur ætlan um at lækka upphæddarmørkini fyri, nær bjóðast skal út? Um ja, nær verður hetta so gjørt?

Í svarinum vísir landsstýriskvinnan á, at viðvíkjandi royndinum av keypsrundskrivinum verður víst til ársfrágreiðingina um Keypsportalin fyri 2022, sum kom seint í 2023. Staðfest verður, at landið hevur havt góð úrslit av at bjóða út alment. Serliga, tá ið landsins stovnar bjóða út í felag. Gjaldstovan, sum umsitur Keypsportalin, mælir til, at landsins stovnar skulu bjóða meira út í felag – serliga við rammusáttmálum.

Um hví ásetingarnar ikki verða hildnar, svarar Ruth Vang soleiðis:

– Landsgrannskoðanin hevur staðfest, at fleiri stovnar ikki altíð fylgja reglunum í rundskrivinum um at bjóða vørur og tænastur vegna vantandi orku og royndir. Hetta hevur Gjaldstovan roynt at bøtt uppá við at átaka sær ein størri ráðgevandi leiklut og við vegleiðingum.

Hon sigur, at tað er helst ymisk viðurskifti sum gera galdandi fyri, hví stovnar ikki fylgja rundskrivinum, sum t.d. at:

• Stovnar latast vera óvitandi um krøvini

• Stovnar hava ikki royndir ella dugir ikki at bjóða út

• Stovnar hava ikki orku ella tíð at bjóða út, sum oftast tí farið verður ov seint í gongd

• Stovnur hava longu keypt ein part frá veitara, sum man ynskir at halda fram við

• Stovnar hava góðar royndir við verandi veitara

• Stovnar hava forkærleika fyri ávísum merki av vøru ella tænastu.

• Stovnar halda, at vøra ella tænasta er so serstøk, at hon ikki kann bjóðast út.

• Stovnar halda, at eingin føroyskur veitari er.

– Hóast møguleiki er at søkja um undantak fyri at bjóða út, um grundgevingar eru fyri tí, so kemur tað oftani fyri, at stovnar heldur ikki gera tað, sigur Ruth Vang.

– Tað er eyðsæð, at um stovnar royna at sleppa undan ásetingunum í rundskrivinum, so máar hetta støði undan keypsrundskrivinum. Tí er neyðugt at landsstýrisfólk vísa ábyrgd og tryggja, at ásetingarnar í keypsrundskrivinum verða hildnar.

– Higartil hava avleiðingarnar verið, at Landsgrannskoðanin onkuntíð hevur víst á, at stovnur ikki hevur bjóðað ávíst keyp út, og á tann hátt hevur stovnurin komin í ringt ljós.

– Men møguleiki er fyri, at Fíggjarmálaráðið í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina lækkar játtanina hjá stovnum, sum mett verður ikki eru nóg virknir á Keypsportalinum. Um stovnur ikki bjóðar keyp út alment er helst orsøk til at halda, at játtanin er heldur rúmlig, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Til spurningin, um ætlanir eru um at lækka upphæddarmørkini fyri, nær bjóðast skal út, vísir landsstýriskvinnan á, at í ársfrágreiðingini um Keypsportalin fyri 2022 eru fleiri tilmæli um broytingar í keypsrundskrivinum.

– Arbeitt verður við at dagføra rundskrivið og at gera fleiri átøk fyri at kappingarútseta almenna keypið næstu árini, sigur hon.

• Landsstýriskvinnan fer at taka málið upp við einstøku landsstýrisfólkini fyri at tryggja, at stovnar landsins frameftir í størri mun fylgja ásetingunum í rundskrivinum.

• Herundir at tað eigur at fáa játtanarligar fylgjur, um tað verður staðfest, at rundskrivið ikki verður hildið

• Eftirlitið við rundskrivinum skal betrast, millum annað við at stovnar eiga at vátta keyp, um tey eru kappingarútsett við serligari tøknligari loysn, sum Gjaldstovan mennir.

• Ætlanin er eisini at fremja eina lækking av upphæddunum fyri nær bjóðast skal út og at dagføra sjálvan keypsportalin tøkniliga, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í svarinum til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann Fólkafloksins.