Seinnapartin klokkan 14.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti annan dystin í bólki D í EM-endaspælinum.
Dysturin í Sankt Jakobshøllini í Basel verður móti Kroatia, ið tapti 26-34 (13-16) fyri Danmark ígjár. Føroyar taptu 25-28 (7-13) fyri Sveis, men avrikaðu væl seinastu 20 minuttirnar av dystinum.
Til dystin móti Sveis vóru tað Tomas Barysas og Povilas Petrusis úr Litava sum dømdu, og tað er ikki ov nógv sagt, at teir tíðum vóru ávirkaðir av sveisisku heimafjøldini.
Til dystin hjá Føroyum móti Kroatia seinnapartin verður talan um eitt dómarapar úr Bulgaria.
Georgi Doychinov og Yulian Goretsov eita dómararnir, ið skulu døma dystin millum Kroatia og Føroyar.
KVF sendir dystin beinleiðis í sjónvarpinum.