Gongst væl, fer danski staturin framyvir at eiga umleið 98 prosent av partabrøvunum í Copenhagen Airports A/S.
Danska fíggjarmálaráðið hevur gjørt eina treytaðan keypsavtalu við eftirlønarfelagið ATP um keyp av 59,4 prosentum av partabrøvunum, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.
Hetta fer at geva statinum ein samlaðan ognarpart uppá 98,6 prosent av Copenhagen Airports, sum fyrst og fremst rekur Københavns Lufthavn og Roskilde Lufthavn.
Landið eigur longu 39,2 prosent av partabrøvunum.
Samlaði keypsprísurin fyri partabrøvini hjá ATP verður væntandi umleið 32 milliardir danskar krónur, stendur í tíðindaskrivinum.
Avtalan er tó treytað av, at "viðkomandi góðkenningar fáast til vega".
Orsøkin til keypið er ein nýggj politisk avtala, sum stjórnin, SF, tey Konservativu og tey Radikalu hava gjørt, og sum gevur statinum loyvi til at ogna sær meirilutan av partabrøvunum.
- Á henda hátt eru vit framtíðartryggjað fyri, at flogvøllurin eisini í framtíðini fær ein ábyrgdarfullan og langtíðar eigarabólk, og vit tryggja góðar karmar um flogvøllin, sum ein miðdepil í danska undirstøðukervinum og eitt av størstu arbeiðsplássunum í Danmark , at stuðla positivt danska búskapinum, danska vinnulívinum og danska fólkinum í framtíðini, sigur fíggjarmálaráðharrin Nicolai Wammen (S) í tíðindaskrivinum.
Sambært heimasíðuni hjá flogvøllinum í Keypmannahavn hevur flogvøllurin yvir 17.000 starvsfólk.
Ætlanin er tó ikki, at landið skal eiga næstan alt felagið í framtíðini.
Tað kemur fram í tíðindaskrivinum, at landið "skal arbeiða yvir tíð" fyri at minka ognarpartin hjá landinum til 50,1 prosent.
Hetta kann gerast gjøgnum eina ella fleiri sølur. Tað er partur av politisku semjuni, men tey konservativu eru uttan fyri hendan partin.
Vinnufelagið Dansk Industri heldur, at staturin sendir eitt "týðandi signal" við at taka "felags ábyrgd av einum so lívsneyðugum parti av okkara felags undirstøðukervi".
- Flogvinnan er ógvuliga kappingarfør og ávirkar beinleiðis búskapargongdina í landinum og altjóða sambond, sigur stjórin Lars Sandahl Sørensen í skrivligari viðmerking.
- Avgerðir, sum verða tiknar á hesum økinum, hava umfatandi avleiðingar fyri alt landið, og tí er stabilitetur og framskygni alneyðugt fyri, at vit framhaldandi kunnu hava ein altjóða miðdepil her í Danmark.
Í 2023 hevði Københavns Lufthavne ein umsetning uppá 4,1 milliardir danskar krónur og eitt avlop áðrenn skatt uppá 398 milliónir danskar krónur.
/Ritzau/