Talan er um ein munandi betri fyrra hálvleik í dag, samanborið við fyrra hálvleikin móti Sveis fyrradagin.
Føroyar eru bert aftanfyri við einum máli 8-9 í dystinum móti Kroatia í Sankt Jakobshøllini í Basel í Sveis.
Verjan hevur staðið væl, og Annika Fríðheim Petersen hevur bjargað 52,94 prosent av málroyndunum hjá Kroatia.
Tíverri hava okkara bara skorað upp á átta av 20 málmøguleikum.
Hjálparvenjarin hjá Føroyum, Simon Olsen segði við KVf, at hann er væl nøgdur við avrikið i síni heild, men saknar hægri effektivitet í álopsspælinum.
Málskjúttar: Turið Arge Samuelsen 3/4, Pernille Brandenborg 2/4, Jana Mittún 2/6, Anna Elisabeth H. Weyhe 1/2.
Bjargingar: Annika Fríðheim Petersen 9/17 (52,94 %), Rakul S. Wardum 0/1.