Samfylkingin vann altingsvalið í Íslandi

Á valinum til Altingið hevur íslendski javnaðarflokkurin, Samfylkingin, tryggjað sær 15 av teimum 63 umboðunum í Altinginum.

Kristrún Frostadóttur, forkvinna í Samfylkingini, á vali í gjár Myndir: Halldor Kolbeins/AFP/Ritzau Scanpix

Javnaðarflokkurin Samfylkingin við Kristrúni Frostadóttur á odda verður størsti flokkur á valinum til Altingið í Íslandi.

 

Flokkurin hevur fingið 20,8 prosent av atkvøðunum og kann sostatt tryggja sær 15 av teimum tilsamans 63 sessunum í íslendska ríkisdegnum, Altinginum.

 

Tað upplýsir almenni miðilin RUV.

 

Næststørsti flokkur verður Sjálvstæðisflokkurin, sum Bjarna Benediktsson, forsætisráðharri, stendur á odda fyri. Flokkurin fekk 19,4 prosent av atkvøðunum og fekk 14 sessir á tingi.

 

Viðreisn gerst triðstørsti. 15,8 prosent av veljarunum atkvøddu fyri flokkinum á valinum í ár. Hetta gevur flokkinum 11 umboð.

 

Meðan Javnaðarflokkurin og Framsóknarflokkurin vunnu ávikavist níggju og seks tingsessir afturat, so førir valið við sær, at Sjálvstæðisflokkurin minkar við tveimum umboðum.

 

/Ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

 

 

Kristrún Frostadóttur, forkvinna í Samfylkingini, á vali í gjár Myndir: Halldor Kolbeins/AFP/Ritzau Scanpix