Aftur ein spreinging nærindis Stokkhólmi

- Vit hava ongar fráboðanir fingið um persónsskaðar, sigur talskvinnan hjá svensku løgregluni, Nadya Norton

Svenski høvuðsstaðurin, Stokkhólm, hevur seinastu tíðina verið raktur av fleiri spreingingum.

 

Aftur í gjárkvøldið var ein spreinging við eina matstovu í Nacka eystanfyri Stokkhólm.

 

Løgreglan fekk boðini um spreingingina um 23-tíðina í gjárkvøldið, og sambært svensku løgregluni er talan um smærri materiellar skaðar.

 

- Talan er eitt nú um brotið glas, men vit hava ongar fráboðanir fingið um persónsskaðar, sigur talskvinnan hjá løgregluni, Nadya Norton.

 

Málið verður kannað sum ógvusligt herverk og handfaring av eldfimum evnum og spreingievni.

 

Sambært svenska Aftonbladet leitar løgreglan eftir fleiri brotsmonnum, men talskvinnan vildi í nátt ikki siga, um nakar er handtikin í samband við spreingingina.

 

Umleið 100 løgreglufólk aftrat teimum verandi hava fingið boð um at arbeiða í Stokkhólmi.

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, segði seg herfyri vóna, at myndugleikarnir í býnum seta fleiri løgreglufólk at ansa eftir støðum, har fólk savnast.

 

Á myndini omanfyri eru tað spreingiserfrøðingar sum arbeiða í Nacka í Svøríki, har spreinging var seint í gjárkvøldið.