Á sætta ári á rað, fáa føroyskir miðnámsskúlanæmingar og onnur ung á háskúla og ungdómshúsum undirvísing frá Kyn um kropp, kenslur, kynssjúkur, fyribyrging, sex, mørk og rættindi. Undirvíst verður í Suðuroy, Vestmanna, Saltangará, Klaksvík og í Tórshavn.
Umframt seksualundirvísing, fer Kyn at hava básar á miðnámsskúlunum, har næmingarnir kunnu síggja ymiskar fyribyrgingarhættir og m.a. fáa kunning um, hvussu ein spiralur verður lagdur.
Nýggj heimasíða við brævkassa
Sum nakað nýtt, hevur Kyn arbeitt við eini nýggjari heimasíðu, www.kyn.fo, ið skal vera ein føroyskur pallur fyri ung, har tey kunnu leita sær vitan um seksuel evni. Heimasíðan hevur eisini ein brævkassa, har ung dulnevnt kunnu seta spurningar.
Við heimasíðuni ynskir Kyn, at tað skal vera lætt hjá føroyskum ungum at lesa um seksuel evni innan føroysk viðurskifti og á føroyskum.
Vit vita frá føroyskari gransking, at føroysk ung fáa meginpartin av teirra kunning um seksuel evni frá sínum vinum, og at tað eru nógv evni innan seksualitet og kynslív, tey halda seg mangla vitan um. Tá vit í almenna rúminum ikki tosa opið um ávís evni, kann tað føra til skeiva vitan og misskiljingar.
Seksualundirvísarar hjá Kyn hava møtt nógvum mytum og misskiljingum, tá teir hava undirvíst seinastu árini, og tí verður dentur lagdur á hetta evni í Viku Sex 2025 við m.a. eini almennari spurnakanning og ymiskum kunnandi tilfari á sosialum miðlum.
Kyn ynskir, at føroysk ung verða upplýst trygt og væl um hesi seksuellu evni, ið gevur teimum førleikar til eina góða seksuella atferð og eina sunna seksuella heilsu.
##med2##
Nevndin í Kyn
Aftast frá vinstru: Bjørt (sálarfrøðingur og kliniskur sexolog), Alice (radiograf), Christa (kandidat í samskifti), Henný (lækni).
Fremst frá vinstru. Rebekka (lækni), Marin (lækni), Malan (lækni)