Hetta sigur Jógvan Martin Hansen hjá Norðfra í Leirvík.
- Tað er ein stoltleiki at framleiða døgurðamat til føroysku heimini, stovnar og matveitarar, leggur hann aftrat.
Dyggasti framleiðarin av fiskamati til føroyska heimamarknaðin er helst uttan samanbering Norðfra í Leirvík.
Her merkja tey eisini, at eftirspurningurin eftir føroyskum fiskavørum er veksandi.
- Eftirspurningurin veksur støðugt, og hjá okkum er tað serliga raspað hýsuflak, fiskafrikadellur, knettir, ræstur fiskur, lippur, kjálkar og kalvi, sum fólk spyrja eftir.
Jógvan Martin Hansen vísir á, at laksur er ein av vørunum, sum altíð selur væl, bæði sum royktur laksur og laksur í portiónum, sum kann fara á pannuna ella í ovnin.
- Tað eru ávísar vørur, sum selja alt árið, og síðan eru tað aðrar vørur, ið líka sum eru meira árstíðarbundnar. Her er eitt nú talan um laks og kalva, sum serliga verður keypt í samband við merkisdagar og høgtíðir, sigur hann.
Hann vísir á, at Norðfra hevur keypt nýggja útgerð, sum ger, at framleiðsluorkan í matvøruframleiðsluni er økt.
- Heimamarknaðurin og tað, sum vit kunnu selja av fiskavørum eitt nú í Danmark, veksur ár undan ári, og tí hava vit valt at byggja framleiðsluorkuna út.
Sølan til heimamarknaðin er so mikið góð, at Jógvan Martin Hansen slett ikki er í iva um, at nógvir føroyingar altíð eiga onkrar fiskavørur hjá Norðfra í boksini.
- Okkara fiskavørur fáast annars í flestu matvøruhandlum kring landið, og vit hava eisini regluliga útkoyring um landið,har landafast er,.
Hann leggur aftrat, at Norðfra eisini sendir fiskavørur til oyggjar, har ikki er landafast, og øll eru vælkomin at spyra seg fyri, hvussu hetta best kann gerast.
Norðfra eigur eisini í einum felag í Danmark, sum selur fiskavørur hjá føroyska framleiðaranum á danska marknaðinum.
- Vit eiga hetta felag saman við føroyinginum, Martini Petersen, sum stýrir øllum tí dagliga í Danmark, og her er sølan eisini støðug og veksandi, sigur Jógvan Martin Hansen.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er vinnutema, og her er eisini ein størri grein um virksemi hjá Norðfra.
##med2##