Sylvan til Molde

Betrideildin menn: Sylvan Jakobsen, liðleiðari hjá KÍ, hevur skift til Molde

Mynd: (Molde) Sylvan Jakobsen til arbeiðis fyri nýggja fealgið, Molde

KÍ boðar frá, at væl lýddi liðleiðarin, Sylvan Jakobsen, hevur skift til norska Molde. Vit oftani sæð, at spælarar bæði skifta og verða seldir til útlendsk feløg. Í seinastuni síggjast eisini fleiri venjarar fara av landinum. Serliga Mikkjal K. Thomassen og kropsligi venjarin, Elisabeth Vang.

 

Nú er boðar KÍ frá, at útlendsk feløg eisini vilja hava føroyskar liðleiðarar, ella “Kit-man”, sum altjóða heitið er. Sylvan Jakobsen hevur í fleiri ár verið partur av liðleiðaraumhvørvinum í KÍ, har hann eisini tók við eftir pápa sín, Thom Jakobsen.

 

- Okkara Sylvan fer at vera nógv saknaður á Djúpumýru nú hann er farin til Molde, har hann skal vera Kit-man hjá besta mansliðnum. Sylvan er líkasum límið, ið heldur øllum saman og hansara ótroyttiliga arbeið fyri felagið er gullvert, takk fyri hesaferð Sylvan, vit ynskja tær alt tað besta í Molde, skrivar KÍ.

 

Molde hevur eisini eina stutta grein á heimasíðuni, har felagið bjóðar 37 ára gamla klaksvíkinginum vælkomnan. Her verður millum annað víst á, at tað er fyrrverandi hjálparvenjarin hjá KÍ, Daniel Berg Hestad, sum í dag er høvðusvenjari hjá Molde 2, ið ringdi til Sylvan Jakobsen og spurdi, um hetta hevði áhuga.

 

Meðan tað sær gott út hjá KÍ á vøllinum í løtuni, so hevur felagið fingið ein stóra uppgávu uttanfyri vøllin – tað er at finna ein avloysara fyri Sylvan Jakobsen.

 

Mynd: (Molde) Sylvan Jakobsen til arbeiðis fyri nýggja fealgið, Molde