Helena er nýggj forkvinna í Javna

Leygardagin hevði Javni aðalfund í bygdarhúsinum á Strondum

Fía Petersen, sitandi forkvinna, bar fram røðu og greiddi frá um virksemi felagsins. Marjun Lützen, dagligur leiðari, legði roknskapin fram til góðkenningar.

Fundurin viðgjørdi eisini komandi mál og forðingar hjá limunum. Eitt nú viðgjørdi fundurin bústaðartrupulleikarnar, sum síggjast aftur í vantandi minking av bíðilista til bústaðir. Tí hóast ein ávís gongd er í byggingini av bústøðum, verða aðrir niðurlagdir í somu atløgu.

 

Forfólka- og starvsnevndarval í Javna

– Fía Petersen gjørdi av ikki at bjóða seg fram aftur sum forkvinna. Fía tók stór tøk fyri felagsskapin, og Javni takkar henni fyri fyrimyndarligan stríðsvilja øll sjey árini sum forkvinna og á skrivstovuni í tvey ár undan. 

Aðalfundurin valdi Helenu F. Jørmundsson sum nýggja forkvinnu. Helena er 33 ára gomul, uppvaksin í Fuglafirði og arbeiðir við KT-menning. Eisini er hon mamma at barni við Down Syndromi.

Til stuttleika kann nevnast, at nýggja forkvinnan er navni fyrstu forkvinnu felagsins. Hon æt Helena Samuelsen, og varð vald til forkvinnu fyri 53 árum síðani.

Elisabeth Maria Rasmussen og Fía Petersen stóðu fyri vali sum starvsnevndarlimir, og vórðu tær valdar. Nevndin fer at skipa seg í næstum og gleða seg at fara til verka.

 

Í Starvsnevndini hjá Javna sita:

Helena F. Jørmundsson (Forkvinna)

Annika Marr Poulsen

Elisabeth Maria Rasmussen

Fía Petersen

Ragnhild Olsen

Kristrún Kjærbo (Tiltakslimur)

 

Forfólkaval í Spyr Meg

Spyr Meg-nevndin hevði eisini forfólkaval, og her bleiv Herdis Jónsdóttir Johannesen afturvald sum forkvinna.

Í nevndini hjá Spyr Meg sita:

Herdis Johnsdóttir Johannesen (Forkvinna)

Meiken S. Olsen

Erla Gunnhild Marr Erlandsdóttir

Lennart Magnussen

 

Javnaveitslan

Eftir aðalfundin var árliga Javnaveitslan hildin. Har vóru røður og sangur, og Steintór Rasmussen undirhelt; til dans spældu Flemming og vinnmenn.

Javni takkar øllum sum komu fyri eina framúr veitslu.