Nýggjar stuðulsskipanir og heiður til John Kjær

Leygardagin 4. mai hevði ÍSF aðalfund. Ársfrágreiðingin varð løgd fram, broytingar vórðu gjørdar í starvsnevndini og nýggjar stuðulsskipanir til bæði breidd og úrval vórðu samtyktar eins og John Kjær fekk heiðurskross ÍSF

Tíðindaskriv ÍSF

 

Tað var væl møtt til ársaðlafundin hjá ÍSF, sum varð hildin leygardagin. Fundurin byrjaði við, at forsetin, Elin H Joensen, legði ársrfrágreiðingina fram. Hon legði eitt nú dent á postiva andan, ið merkti føroyskan ítrótt í 2023 – og mongu góðu samstørvini, ið hava verið.

 

Fíggjarligur stuðul til ítrótt

Samtykt varð at skipa eina nýggja Breiddarpulju í ítróttinum, ið skal gera tað lættari hjá feløgum og sambondum at skipa fyri tiltøkum, sum ikki snúgva seg um kapping á høgum stigi, men sum hava felagsskap og ítróttargleði í miðdeplinum. Árliga verða 500.000 kr settar av til Breiddarpuljuna, og søkjast kann leypandi ígjøgnum árið. Søkjast kann um upp í 30.000 kr, um talan er um eitt felag/samband, sum skipar fyri – og upp í 50.000 kr, um fleiri feløg/sambond skipa fyri tiltøkum í felag.

 

Ein onnur samtykt snúði seg um Úrvalsskipanina, sum hevur virkað í fleiri ár, men sum nú er endurskoðað. Higartil er stuðulin í stóran mun farin til einstøku íðkararnar. Sjálvandi skal einstaki íðkarin framhaldandi vera í miðdeplinum, men frameftir skal nakað eisini falla til tað jørðildið, sum úrvalsíðkararnir spretta úr. Pengarnir skulu í størri mun koma fleiri til góðar og røkka longur. Nýggja skipanin hevur íblástur úr grannalondunum, men er kortini snikkað saman til føroysk viðurskifti.

 

##med2##

Broytingar í starvsnevndini

Eisini vórðu broytingar gjørdar í Starvsnevndini hjá ÍSF. Hávard Vatnhamar, sum seinastu tvey árini hevur verið formaður í Íðkanarnevndini – og sum tí hevur verið limur í starvsnevndini – verður nú avloystur av Eydnu Mariu Debes.

John Kjær, sum í eitt mannaminni ótroyttiliga hevur arbeitt fyri føroyskan ítrótt herheima og í oyggjaleikahøpi, tók ikki við afturvali. Av tí, at einki uppskot um nýggjan starvsnevndarlim var komið inn, verður hann tó sitandi til eykaaðalfundin í juni.  

 

##med3##

Heiðurskrossur ÍSF latin John Kjær

Fyri sítt drúgva arbeiði føroyskum itrótti at frama fekk John Kjær á aðalfundinum heiðurskross ÍSF, sum er hægsta heiðursmerkið, ÍSF kann lata. Hann hevur tænt føroyskum ítrótti og ÍSF á ósjálvsøknan hátt, og í heilsan síni takkaði Elin H. Joensen John Kjær fyri rúgvismikla arbeiðið hesi mongu árini – og hon fegnaðist í sama viðfangi um, at hann kortini framhaldandi verður ráðgevi hjá Oyggaleikafyrireikingarnevndini.