Seks fólk deyð í dronuálopi á russiskt øki

Sambært guvernørinum í Belgorod-regionen í Russland hevur økið verið fyri ukrainskum dronuálopi í morgun.

Seks fólk eru deyð í einum ukrainskum dronuálopi í russiska Belgorod-landspartinum. Harumramt eru 35 fólk særd. 

Tað upplýsir guvernørurin í Belgorod, Vjatjeslav Gladkov.

Álopið rakti fleiri bilar, sum fluttu russisk arbeiðsfólk.

Tað er ógreitt, hvat fyri »arbeiarar« talan var um.

– Tíverri doyðu seks persónar av skaðunum á staðnum av spreingingunum, sigur Vjatjeslav Gladkov.

Álopið var nærindis bygdini Berezovka.

Belgorod-landsparturin hevur mark til Ukraina í vestara parti av Russlandi.

Síðani á nýggjárinum hava verið fleiri álop ímóti málum í Belgorod. Russland heldur, at tað er Ukraina ella pro-ukrainskir bólkar, sum hava ábyrgdina av álopinum.

/ritzau/AFP