HB kunngjørdi fyri einari lítlari viku síðan, at Heini Sørensen er komin aftur til barndómsfelagið. Miðvallarin fór sum 13-ára gamal til Danmarkar, har hann gjørdist partur av akademiinum hjá FC Midtjylland. Hann hevur spælt í toppinum av donskum ungdómsfótbólti, og hevur eisini royndir frá Youth League
– Tað kennist øgiliga væl. Tað kennist rætt at koma heim aftur, og ordiliga fáa spæligleðina aftur. Tað at koma heim til barndómsfelagið følist sum tann rætta avgerðin beint nú. Eg eri ógvuliga spentur til komandi kappingarár, og eg gleði meg at koma ígongd, sigur hann í samrøðu við heimasíðuna hjá HB.
Eftir at hava spælt í ungdómsdeildunum í FC Midtjylland, fór hann til Thisted FC. Sáttmálin við Thisted FC gekk út á nýggjárinum. Síðani hevur Heini Sørensen leitað sær eftir nýggjum felagi.
- Heini hevur vant við seinastu vikurnar, og spældi eisini við í venjingardystinum ímóti NSÍ. So ábendingar hava verið um, at hann fór at verða knýttur at hópinum í ár. Hetta verður so á fyrsta sinni, at Heini fer at spæla í Betri-deildini, skrivar HB.
Høvðuspersónurin sjálvur er ikki bangin fyri at leggja trýst á seg sjálvan og HB til komandi kappingarár.
– Vit vilja altíð spæla við um steyp. HB hevur vunnið Løgmanssteypið tvey ár á rað, og sjálvandi fara vit eftir tí triðja. Og so ætla vit okkum eisini at spæla við um FM. Tað er tað, sum vit arbeiða fram ímóti, sigur Heini at enda við heimasíðuna hjá HB.
Tað hevur verið nógv útskifting í HB í vetur. Størsta bumban er nokk at Teitur M. Gestsson er givin, meðan bæði Samuel J. Chukwudi og Áki Samuelsen høvdu givið tekin um útilongsul, so lá tað nokk ikki fremst í huganum hjá HB at selja teir júst nú.