Birkblog: Lendisbetran - ársins banniorð

Tá árið fer at halla, plaga vit at finna ársins orð. Alt samalt eftir uppskotum frá fólkinum, sum fólksins Útvarp dregur fram í morgunsendingini, og ein sakkøn nevnd so tekur dagar ímillum, hvat skal vinna. Tá hava vit ársins orð, alt samalt í fólksins anda.

Men nú hava fólksins kosnu menn og onkur kvinna við eftir ordra frá løgmanni gjørt undirskrivaða avtalu, at binda allan okkara samhaldsfasta tøkupening til ein Suðuroyartunnil. Ikki eldrarøkt ella ískoyti til jól hjá fátøkum, sum Barnabati upplýsti okkum um í Sjónvarpinum sunnukvøldið. Men ein tunnil, sum mannfólkaverkfrøðingar kunnu gleðast um allan tann líðilanga dag til Suðuroyar í komandi tíðum og longur. Og mannfólkaverkfrøðingagleðin er so smittandi, halda teir, at alt, ið grivið verður upp, skal leggjast út yvir tað ganska land, at fáa skikk uppá tað, sum mannahond enn ikki hevur verið á, so tað nú verður glaserað, sukurstroytt og -brætt, og gongur inn í eina virðismaksimerandi krosstalsskipan, sum í jólagávutíðum fær frámerkið lendisbetran. Frá okkum til tykkum. Tann reini glasurur í siropsjólakøkutíðum. Fyrimyndin er uppgrivnað Sandsgrótið, sum endaði á Velbastað, lagt í lendið sum ein bati, lendisbati. Vilt tú hava ilt í títt innara fotoeygað, so er at koyra til einsomu grótrúgvuna á Velbastað, sum eingin vil eiga.

 

Lesið meira á Birkblog