Bygdaráðið í Kunoyar kommunu samtykti á fundi hin 19. november 2024 fíggjarætlanina fyri 2025 við 2. viðgerð.
Inntøkurnar hjá kommununi eru mettar til 9.490.500 krónur, útreiðslurnar eru mettar til 8.493.000 krónur.
- 884.000 krónur eru settar av til íløgur, og avlopið í 2025 er soleiðis mett til 113.00 krónur, siga tey í Kunoyar kommunu.
Skattaprosentið í kommununi er 18,5, og barnafrádrátturin er 8.000 krónur.
- Barnafrádrátturin hevur verið 7.000 krónur tey seinastu árini og er nú hækkaður upp í 8.000 krónur, siga tey í Kunoyar kommunu í dag.
##med2##