Sunnudagin vóru tvey føroyingalið vóru í leiki í dag í týsku bundesliguni í hondbólti.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á útivølli stórsigur 36-26 á Potsdam. Í steðginum vóru var Füchse á odda 21-16.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum:
##med2##
Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á útivølli stórsigur 31-22 á Lemgo. Heimaliðið var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Hannover á odda við bert tveimum málum, 15-13.
Vilhelm fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið. Vilhelm legði eisini upp til eitt mál.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum:
##med3##