Landsliðsleikarin, Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen varðveita plássið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Tað er greitt aftaná báðar upp- og niðurflytingardystirnar millum Mjøndalen og Jerv Grimstad.
Ígjár vann Mjøndalen 3-1 á Jerv í Grimstad. Mjøndalen vann fyrra dystin á heimavølli 2-1, og vann harvið samanlagt 5-2. Meinhard spældi allan dystin.
Tað hevur staðið á gomlum nøglum hjá Meinhardi og liðfeløgunum, og teir megnaðu akkurát at vera eitt stig omanfyri Levanger, ið flutti beinleiðis niður. Men tað endaði væl hjá Mjøndalen.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Jerv-Mjøndalen 1-3 (0-1):
##med2##