EM: Pernille og Súna stórfegnast um søguliga stigið

Síggj og hoyr samrøðurnar DR hevur gjørt

Tað er avgjørt ikki farið framvið í Danmark, at Føroyar megnaðu søguligan javnleik, 17-17 móti Kroatia í EM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum.

 

HER  ber til at síggja og hoyra samrøðurnar DR hevur gjørt við Pernille Brandenborg og Súnu Krossteig Hansen.

 

Pernille sigur, at hon vónar, at hetta er bara fyrsti parturin av einum føroyskum hondbóltsævintýrið. Liðskiparin undirstrikar eisini hvussu stolt hon er av óføru føroysku áskoðarunum.

 

Súna sigur, at Føroyar møttu til EM-endaspælið sum "underdogs", og tí er javnleikurin eitt sera stórt úrslit fyri føroyska kvinnulandsliðið.